top of page
  • Facebook
  • Sort Instagram Icon
  • Linkedin
Capture.PNG

Skilagóðar avgerðir og lønsaman rakstur

Sermentar loysnir til virkisinnlit og streymlinjan av arbeiðsgongdum.

​

Vit hjálpa tykkum við virkisloysnum, bygdar á Microsoft-tøkni,

sum skapa virði í dag - og fyrireika tykkum til framtíðina.

Tænastur

Tænastur

Samstarvsmodell

Samstarvsmodell

Við okkara samstarvsmodell tryggja vit at einhvør verkætlan vit fara undir kemur trygt á mál. Vit tryggja at tíðar- og fíggjarætlanin verður hildnin, og at verkætlanin hevur við sær teir ætlaðu ágóðarnir. Í samstarvi við okkum, eru tit í tryggum hondum.

Kanning

Sniðgeving

Forritan

Implementering

Support

kanning.png

Kanningarstig

Fyrsta stigið í okkara samstarvsmodelli er kanningarstigið, sum er býtt upp í tveir fundir:

 

Í fyrsta fundinum kortleggja vit tykkara fyritøku í mun til virðisskapan, arbeiðshættir, og datagrundarlag. Her hava vit fyrireikað nakrar spurningar sum tryggja at vit koma allan vegin runt, soleiðis at okkara víðari samstarv og viðmæli eru væl grundaði og beinrakin.

​

Við støði í kortleggjanini frá fyrra fundinum fáa vit greiðu á hvørjir møguleikar gera seg galdandi í tykkara fyritøku. Vit fyrireika eina framløgu við møguligum projektum sum vit meta kunnu skapa mest virði í mun til íløgu. Í næsta fundinum leggja vit hesi fram fyri tykkum, og við støði í hesum koma vit ásamt um karmarnir fyri samstarvið og tryggja væntanarsamsvar millum partarnar.

Loysnir

Keysir

Vit hava ment og implementerað loysnir til bæði stórar, altjóða fyritøkur og minni fyritøkur. Niðanfyri er ein úrveljing av loysnum sum hava skapað serliga stórt virði hjá kundum okkara.

supply-chain.png

Problem:

​

​

​

​

Loysn:

​

​

​​

​

​

Úrslit:

Altjóða fyritøka fær loysn til stýring av virðisketu 

Fyritøkan hevði trupulleikar við at samskipa teirra virðisketu - tvs. allari ketuni frá at vøran verður framleidd í Kina til at vøran eru í hondunum hjá kundanum. Alt hetta  bleiv stýrt av tungum, manuellum mannagongdum og hópin av Excel-arkum.

​

Vit implementeraðu eina stýriskipan, bygd á Power Platformin hjá Microsoft. Skipanin nýtir vitlíki til at optimera allar avgerðir í virðisketuni. Skipanin goymir allar avgerðir og teirra datagrundarlag, soleiðis at starvsfólkini hava møguleika at greina undanfarnar avgerðir og teirra árin.

​

Árliga sparir loysnin fyritøkuni 600.000 kr. í lønum. Harafturat hevur loysnin lyft veitingarstøði við 15%, samstundis við at goymslubindingin er minkað við 10%.

Problem:

​

​

​

​

Loysn:

​

​

​

​

​

Úrslit:

Fyritøka fær skil á gjaldsábygd til veitarar

Fyritøkan fekk stór krøv um gjaldsábygd frá teirra veitarum í Kina. Hesar vóru sera torførar at avbjóða, og tí var fyritøkan oftast ofta noydd til at taka við krøvunum. Harafturat var tað sera torført at fáa yvirlit yvir avgerðargongina og úrslitinum av samráðingunum.

​

Vit implementeraðu eina skipan, bygd á Power Platformin hjá Microsoft. Skipanin innsavnar alt viðkomandi data og út frá hesum roknar hon út eitthvørt krøvini eru hóskandi ella ikki. Starvsfólkini fara so, við støði í hesum útrokningum, í samráðingar við veitrarunum. Allar avgerðir og úrslit verða skrásett í skipanini.

​

Seinasta árið hevur loysnin verið við til at spara 7 milliónir kr. gjøgnum meira effektivar samráðingar. Harafturat brúka starvsfólkini nú nógv minni tíð uppá egnar útrokningar og stýring - ein árlig sparing av tíð sum svarar til 200.000 kr. í lønum.

business-negotiations.jpg
a-importancia-do-estudo-de-viabilidade.png

Problem:

​

​

​

​

​

Loysn:

​

​

​

​

Úrslit:

Stór fyritøka fær loysn til greining av tilfarsútreiðslum 

Fyritøkan hevði trupulleikar við at fáa yvirlit yvir teirra tilfarsnýtslu og -útreiðslum. Hetta hevði við sær at vánaligir tilfarsprísir og at fyritøkan ofta ikki megnaði at útvega sær tað tilfar hon tørvaði. Tískil hevði hetta við sær hægri útreiðslur, lægri veitingarstøði, og nógvir tímar brúktir uppá manuell yvirlit og útrokningar í Excel arkum.

​

Vit implementeraðu eina rapportskipan, bygd á Power Platformin hjá Microsoft. Skipanin innsavnar alt viðkomandi data og útvegar hetta til starvsfólkini í ymiskum rapportum og yvirlitsskýggjum. Harafturat ber til at skráseta tilfarsprísir og nýtsluforsøgnir í skipanina.

 

Loysnin hevur havt við sær at starvsfólkini hava fult yvirlit yvir tilfarsnýtslu. Hetta hevur havt við sær nógv betur grundarlag til at samráðast við veitarum um prísir og veiting. Úrslitið er ein miðal minking á 1-2% í tilfars-prísum - sum svarar eina árliga sparing á áleið 10 milliónir kr.

Set teg í samband við okkum

Email. tummas@menna.fo

Telefon: +298 590540

Takk! Vit hoyrast.

​Picture credits: <a href="http://www.freepik.com">Designed by pch.vector / Freepik</a>

bottom of page