
Tænastur

BI loysnir
Vit sniðgeva, menna, og implementera BI loysnir sum eru bygdar á Microsoft-tøkni. Endamálið við hesum loysnum er at betra um lønsemi av rakstrinum við at hjálpa starvsfólki tykkara við at spara tíð og taka betri avgerðir.
Okkara samstarvsmodell tryggjar at einhvør verkætlan sum vit fara í holt við kemur væl á mál og verður hildin við líka og supporterað eftir implementering.

Datafrøði og vitlíki
Vit hava hollar royndir við at implementera datafrøði og vitlíki í okkara loysnir. Hesar nýggju tøknir kunnu vera við til at lyfta virkisføri á tykkara virksemi á nýggjar hæddir. Slíkar loysnir hava í sær algoritmur sum brúka tykkara data-grundarlag til at optimera rakstraravgerðir og at automatisera eintáttað arbeiði.
Datafrøði og vitlíki hava við sær umveltandi menningarmøguleikar, sum einhvør fyritøka eigur at geva sær far um.

Ráðgeving og greining
Við okkara serkunnleika innan greining og menning av data, hjálpa tykkum at fáa greiðu á hvussu tit kunnu gagnnýta tykkara data-grundarlag. Vit vita hvør tøkni og tænastur frá Microsoft er hóskandi til tykkara tørv í mun til innsavnan, goymslu, umskapan, og nýtslu av tykkara data.
Vit kunnu eisini hjálpa tykkum um tit hava tørv á eini ávísari greining av tykkara data til at svara uppá einhvønn torgreiddan spurning.

Undirvísing
Vit bjóða undirvísing til tykkara starvsfólk innan BI og datafrøði - soleiðis at tit fáa ment førleikarnir á hesum økjum innanhýsis í tykkara fyritøku. Haraftur undirvísa vit innan tøkni og tænastur frá Microsoft - til dømis Power BI, Excel, PowerPoint, og SharePoint.
Vit bjóða ikki standardskeiðir, men ynskja heldur at skræddaraseyma júst ta undirvísing sum tykkara starvsfólk tørva. Okkara royndir siga okkum, at hetta skapar meira virði hjá tykkum.
Samstarvsmodell
Við okkara samstarvsmodell tryggja vit at einhvør verkætlan vit fara undir kemur trygt á mál. Vit tryggja at tíðar- og fíggjarætlanin verður hildnin, og at verkætlanin hevur við sær teir ætlaðu ágóðarnir. Í samstarvi við okkum, eru tit í tryggum hondum.
Keysir
Vit hava ment og implementerað loysnir til bæði stórar, altjóða fyritøkur og minni fyritøkur. Niðanfyri er ein úrveljing av loysnum sum hava skapað serliga stórt virði hjá kundum okkara.

Problem:
Loysn:
Úrslit:
Altjóða fyritøka fær loysn til stýring av virðisketu
Fyritøkan hevði trupulleikar við at samskipa teirra virðisketu - tvs. allari ketuni frá at vøran verður framleidd í Kina til at vøran eru í hondunum hjá kundanum. Alt hetta bleiv stýrt av tungum, manuellum mannagongdum og hópin av Excel-arkum.
Vit implementeraðu eina stýriskipan, bygd á Power Platformin hjá Microsoft. Skipanin nýtir vitlíki til at optimera allar avgerðir í virðisketuni. Skipanin goymir allar avgerðir og teirra datagrundarlag, soleiðis at starvsfólkini hava møguleika at greina undanfarnar avgerðir og teirra árin.
Árliga sparir loysnin fyritøkuni 600.000 kr. í lønum. Harafturat hevur loysnin lyft veitingarstøði við 15%, samstundis við at goymslubindingin er minkað við 10%.
Problem:
Loysn:
Úrslit:
Fyritøka fær skil á gjaldsábygd til veitarar
Fyritøkan fekk stór krøv um gjaldsábygd frá teirra veitarum í Kina. Hesar vóru sera torførar at avbjóða, og tí var fyritøkan oftast ofta noydd til at taka við krøvunum. Harafturat var tað sera torført at fáa yvirlit yvir avgerðargongina og úrslitinum av samráðingunum.
Vit implementeraðu eina skipan, bygd á Power Platformin hjá Microsoft. Skipanin innsavnar alt viðkomandi data og út frá hesum roknar hon út eitthvørt krøvini eru hóskandi ella ikki. Starvsfólkini fara so, við støði í hesum útrokningum, í samráðingar við veitrarunum. Allar avgerðir og úrslit verða skrásett í skipanini.
Seinasta árið hevur loysnin verið við til at spara 7 milliónir kr. gjøgnum meira effektivar samráðingar. Harafturat brúka starvsfólkini nú nógv minni tíð uppá egnar útrokningar og stýring - ein árlig sparing av tíð sum svarar til 200.000 kr. í lønum.


Problem:
Loysn:
Úrslit:
Stór fyritøka fær loysn til greining av tilfarsútreiðslum
Fyritøkan hevði trupulleikar við at fáa yvirlit yvir teirra tilfarsnýtslu og -útreiðslum. Hetta hevði við sær at vánaligir tilfarsprísir og at fyritøkan ofta ikki megnaði at útvega sær tað tilfar hon tørvaði. Tískil hevði hetta við sær hægri útreiðslur, lægri veitingarstøði, og nógvir tímar brúktir uppá manuell yvirlit og útrokningar í Excel arkum.
Vit implementeraðu eina rapportskipan, bygd á Power Platformin hjá Microsoft. Skipanin innsavnar alt viðkomandi data og útvegar hetta til starvsfólkini í ymiskum rapportum og yvirlitsskýggjum. Harafturat ber til at skráseta tilfarsprísir og nýtsluforsøgnir í skipanina.
Loysnin hevur havt við sær at starvsfólkini hava fult yvirlit yvir tilfarsnýtslu. Hetta hevur havt við sær nógv betur grundarlag til at samráðast við veitarum um prísir og veiting. Úrslitið er ein miðal minking á 1-2% í tilfars-prísum - sum svarar eina árliga sparing á áleið 10 milliónir kr.
